Útbering fyri vøru 69 kr.

Tín keypskurv

Tín keypskurv er tóm

Endurgjalds politikkur

Kann eg lata vøruna innaftur?

Ja. Tú kanst lata vøruna innaftur innan 8 dagar frá keypsdegnum til umbýti í aðra stødd, aðra vøru ella eitt gávukort.

Vøran skal vera óbrúkt og í sama standi, sum tá tú fekst hana. Hon skal eisini vera í uppruna innpakking, har hetta er galdandi.

Kvittan ella umbýtingarmerkið skal fylgja við vøruni.

Hvat fært tú fyri vøruna?

Tá tú letur eina vøru innaftur, kanst tú fáa:

Umbýti í aðra stødd
Umbýti í aðra vøru
Gávukort áljóðandi virðið á innlatnu vøruni

Vit rinda ikki pengar aftur fyri innlatnar vørur.

Um vøran er keypt sum gáva, verður gávukort útflýggjað áljóðandi virðið á vøruni.

Vørur, ið ikki kunnu latast innaftur

-Gávukort
-Útsøluvørur

Útsøluvørur verða ikki endurgoldnar við gávukorti.

Umbýti

Vit býta vørur um, um tær verða latnar innaftur innan 8 dagar frá keypsdegnum.

Um feilur er í vøruni, skalt tú boða okkum frá sum skjótast og innan 8 dagar.

Send okkum ein teldupost á mailto:nethandil-2u@hotmail.com ella ring á 278474.

Vøran skal sendast til:

2U
Við Sandin 10, Biskupstorg
700 Klaksvík
Faroe Islands

Gávur

Um vøran er send tær sum gáva, fært tú eitt gávukort áljóðandi virðið á vøruni, tá vit hava móttikið og góðkent innlatnu vøruna.

Vøruflutningur

Um tú ynskir at lata eina vøru innaftur, skalt tú senda hana til okkara á:

2U
Við Sandin 10, Biskupstorg
700 Klaksvík
Faroe Islands

Tú rindar sjálv/ur allan kostnaðin fyri at senda vøruna aftur til okkara.

Tá vit hava móttikið og kannað vøruna, senda vit tær ein teldupost við váttan um móttøkuna. Vit boða tær eisini frá, um innlatingin er góðkend.

Um innlatingin verður góðkend, senda vit tær eitt teldupost við gávukort-kotu, sum kann nýtast á 2U.fo. Kotan skal skrivast inn í teigin „Gávukort“, tá tú gert keypið.

Tú kanst eisini fáa gávukortið í 2U-handlinum.