Refusionspolitik
Kann eg lata vøruna innaftur?
Tú kanst lata vøruna innaftur innan 8 dagar fyri umbýti á aðra stødd, aðra vøru ella gávukort. Um 8 dagar eru gingnir, síðan tú keypti vøruna, kunnu vit ikki bjóða tær vøru ella gávukort í umbýti.
Fyri at kunna lata vøruna innaftur, má vøran vera óuppbrotin og í sama standi, sum tá tú fekst hana. Vøran má eisini vera í uppruna innpakningi, har hetta er galdandi.
Um kvittan ella umbýtingarmerkið er við, fæst tilgóðarseðil ella tú kanst býta um til aðra vøru.
Vørur, ið tú ikki kanst lata innaftur:
- Gávukort
Endurgjald
Vit rinda ikki pening aftur fyri innlætna vøru, tó verður eitt gávukort útflýggja áljóðandi virðið á innlatnu vøruni, ið kann nýtast á nethandilinum www.2u.fo ella í handlinum 2U.
Tá vit hava móttikið og kanna tína vøru, senda vit tær eitt teldubræv við kvittan fyri móttøku og boða eisini frá, um endurgjald við einum gávukortið verður játtað ella noktað.
Um gávukort verður játta, senda vit tær eitt teldubræv við gávukort-kotu, ið tú síðan kanst nýta á okkara heimasíðu tá keypi fer fram - og skal kotan skrivast inn á "gávukort" teigin. Eisini ber til at fáa gávukort í 2U handlinum.
Útsøluvøra
Einans vøra, ið er keypt fyri fullan prís, verður endurgoldin við gávukorti . Útsøluvøra verður ikki endurgoldin við gávukorti.
Umbýting
Ja vit býta vørur um innan 8 dagar. Er feilur í vøruni, skal boðast frá beinavegin - innan 8 dagar.
Send okkum eitt teldubræv á nethandil-2u@hotmail.com ella ring á tlf. 278474 og send vøruna til:
Við sandin 10, Biskupstorg, 700 Klaksvík, Faroe Islands.
Gávur
Um vøran varð send tær sum gáva, so fært tú eitt gávukort áljóðandi virðið á innlatnu vøruni, so skjótt vit hava móttikið givnu vøruna.
Vøruflutningur
Ynskir tú at lata tína vøru innaftur, skalt tú senda hana til: 2U, Við sandin 10, Biskupstorg, 700 Klaksvík, Faroe Islands. Tú avheldur allan flutningskostnað fyri at lata vøruna innaftur.