Servicevilkår
Handilstreytir
Umbýtingarrættur
Vøran kann umbýtast innan 8 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Tú hevur møguleikan at fáa endurgoldið upphæddina við einum gávukorti - inná 2U nethandil ella í 2U mótahandilin.
Um vøran er keypt á nethandilinum, kanst tú gera hettar við at senda pakkan aftur ella við at koma forbí í 2U handilin við vøruni. Sendur tú vøruna, vilja vit heita teg á at boða okkum frá á teldupost nethandil-2u@hotmail.com
Gávukort til nethandilin verður sent tær sama dag við teldubræv. Endurgjald via gávukort er bert fyri vøruna.
Er vøran niðursett er ongin umbýtingarrættur ella endurgjald.
Til jólar eru serligar umbýtingartreytir.
Fyrivarni verður tikið fyri feilum
Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum vørum.
Útbering
Pakkar vera sendir út við Posta, og senda vit kring alt landið.
Við keyp yvir 500kr verður vøran send fraktfrítt. Fyri vørur undir 500kr er kostnaðurin fyri útbering 69kr.
Reklamatión
Er feilur við vøruni, verður tú biðin um at senda okkum pakkan aftur. Umframt hetta heita vit á teg um at senda ein teldupost og boða frá: nethandil-2u@hotmail.com - Tú kanst eisini koma í handil okkara við vøruni.
Tú avheldur allan flutningskostnað fyri at lata senda vøruna innaftur.
Vøruflutningur
Ynskir tú at lata tína vøru innaftur, skalt tú senda hana til:
2U
Við sandin 10, Biskupstorg,
700 Klaksvík, Faroe Islands
Tú avheldur allan flutningskostnað fyri at lata vøruna innaftur. Postgjald verður ikki endurgoldið.